Hvussu nógv er oljan verd fyri Føroyar ?
Hvussu nógv er oljan verd fyri Føroyar ?
Um eins nógv olja er við Føroyar, sum tað er vestan fyri Hetland, so verða føroyingar ikki fíggjarliga betri fyri enn teir eru í dag. 600 milliónir tunnur vóru upprunaliga í teimum báðu stóru hetlendsku fundunum, og við føroysku oljuskattaskipanini, er henda nøgd verd umleið 20 milliardir fyri føroyska samfelagið. Donsku ríkisveitingarnar eru umleið 20 milliardir verdar. Um olja verður funnin av umleið somu nøgd sum í Hetlandi verða ríkisveitingarnar minkaðar burtur. Føroyingar kunnu vinna munandi størri búskaparligt frælsi burturúr oljuvinnuni, men hinvegin er lítið sannlíkt, at Føroyar gerast nakað nýtt Kuwait. Búskaparliga sær tað út til at danir fara at fáa mest burturúr einari føroyskari oljuvinnu, nevnliga 20 milliardir krónur.
Búskaparlig ávirkan av oljuni.
Nógv hevur verið spekulerað og hugleitt um hvussu oljan fer at ávirka føroyska samfelagið. Tað vil siga, um nú nøkur olja er har. Hinvegin sær tað ikki út til at nakar hevur hug at siga nakað um hvussu tað fer at ávirka Føroyar búskaparliga, um olja verður funnin. Undirritaði skal við hesi grein geva eitt boð uppá, hvussu tað fer at ávirka Føroyar, um eins nógv olja er í føroysku undirgrundini, sum tað er í økinum vestan fyri Hetland.
Er oljan 360 milliardir verd ?
Avtalan um at føroyingar skuldu eiga rættin til tað ríkidømi, sum er í undirgrundini, førdi fyrr í ár til stórt rok í Danmark. Tá varð sagt í Ekstra Blaðnum, og endurgivið av føroyskum fjølmiðlum, at oljan í føroysku undirgrundini var 360 milliardir krónur verd. Poul Schluter varð av øðrum politikarum ákærdur fyri at hava latið føroyingum hetta ríkidømi undir alt ov lagaligum treytum, nevniliga, at ríkisveitingarnar skuldu minkast um føroyski landskassin fekk inntøkur frá oljuni.
Sum vit skulu síggja er talið 360 milliardir púra órealistiskt. Hóast hetta, so varð talið 360 milliardir endurtikið upp í saman av fjølmiðlunum. Skal hetta talið vera rætt, so skulu vit finna 3-4 ferðir so nógva olju sum funnin er vestan fyri Hetland.
Vit fara eisini at síggja, at avtalan um at minka av ríkisveitingunum, so hvørt sum føroyingar fáa oljuinntøkur, er sera snild, sæð frá einum donskum sjónarmiði.
Er nøkur olja har ?
Tað at nøkur oljufeløg tíma at leita eftir olju á markinum millum Føroyar og Hetland verður av nógvum tikið sum fullgott prógv fyri at olja er í føroyskum øki. Tað má tó eisini havast í huga, at oljufeløg hava borað vestan fyri Hetland í 10-15 ár. Útvið 100 brunnar eru boraðir, og bert tvey oljuøki eru funnin, sum eru vinnuliga berandi. Tað, at oljufeløg bora, er eingin trygd fyri at olja er har, men er heldur ein ábending um at ávís sannlíkindi eru fyri at olja er har. Um ein royndarboring út av tíggju eydnast, so verður hetta roknað sum eitt rímiligt úrslit av oljufeløgunum.
Fyritreytir.
Vit fara í hesi greinini at nýta tær nøgdirnar av olju, sum funnar eru vestan fyri Hetland og sum tað er vinnuliga forsvarligt at fara eftir. Oljuleiðirnar Foinaven og Shiehallion høvdu ávikavist 250 milliónir og 350 milliónir føt av olju, tilsamans 600 milliónir føt.
Roknað verður við ein oljuprísi uppá 21 dollarar pr. fat. Í 1998 var oljuprísurin 10-12 dollarar, hann hevur síðan verið uppi umleið 30 dollarar. Oljuprísurin hevur í seinastuni verið um 23-25 dollarar, men hann er sera svingandi. Nevnast kann, at í kolvetnisskattalógini hevur føroyska fyrisitingin nýtt oljuprísir uppá 17 dollarar og 25 dollarar. 21 dollarar er tí bert eitt leysligt met, sum hóast alt liggur miðskeiðis í teimum prísunum vit hava sæð seinastu fimm árini.
Dollarin verður settur til 8 kr. Oljuprísurin er sostatt 168 kr. pr. fat.
Virðið av oljuni meðan hon liggur í undirgrundini.
Vit kunna sostatt koma fram til, at oljan hevur eitt virði uppá 600 milliónir føt ferðir 168 kr. meðan hon liggur í undirgrundini, tað er 100,8 milliardir krónur.
Kostnaðurin av at fáa oljuna upp.
Tað er sera ymiskt frá oljuøki, hvussu dýrt tað er at fáa oljuna upp. Sum tað sæst í talvuni so er kostnaðurin 1,5 dollarar pr. fat niðri í Saudi-Arabia, 2,5 dollarar í Azerbaidjan, 12 dollarar í norskum øki, og 13 dollarar í enskum øki. Hinvegin ger tøkniligi framburðurin, at kostnaðurin kemur longur niður við tíðini. Føroyska øki verður tó roknað sum eitt torført øki, bæði tí veðrið er verri enn td. í Norðsjónum, og tí borað verður á stórum dýpi. Í føroysku oljuskattalógini verður kostnaðurin mettur til 10,5 dollarar. Hesin kostnaður skal sostatt dragast frá áðrenn ein kann koma fram til, hvussu nógv oljan er verd fyri oljufeløgini og landskassan tilsamans.